* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Donsk reiðarí skuldsett fyri at bróta útlendingalógina

Donsk reiðarí bróta útlendingalógina við at brúka útlendskar sjómenn uttan røttu arbeiðsloyvini á DIS-skipum, sigur altjóða fakfelagið ITF, sum hevur meldað fleiri mál til løgregluna.

Donsk reiðarí bróta regluliga lógina um at hýra útlendskar sjómenn uttan neyðugu arbeiðsloyvini, ljóðar ákæran frá altjóða flutningsarbeiðarafelagnum ITF.

Lógarbrotini henda tó uttan avleiðingar, tí ongin danskur myndugleiki sambært felagnum tekur ábyrgd av at kekka, um sjómenninir hava pappírini í lagi.

Seinastu árini eru 10-15 reiðarí, bæði donsk og útlendsk, meldað til løgregluna fyri at brúka ólógliga arbeiðsmegi á skipum undir donskum flaggi, upplýsir ITF.

Higartil hevur minst eitt mál verið fyri í býarrættinum í Odense, har eitt reiðarí nú kann rokna við at fáa eina bót í miljónastødd fyri at hava brúkt filippinskar sjómenn uttan røttu pappírini á donskum skipum.

Eindarlistin hevur drigið Brian Mikkelsen vinnumálaráðharra uppí málið, eftir at flokkurin hevur sett fleiri atfinningarsamar nevndarspurningar um leiklutin hjá myndugleikunum á ækinum.

"Tað er ein stórur trupulleiki, at reiðarar við vilja brúka sjófólk úr ikki-ES-londum uttan arbeiðsloyvi, vælvitandi at hetta er ólógligt," sigur Morten Bach, eftirlitsmaður hjá ITF, sum hevur meldað fleiri donsk skip til løgregluna.

"Teir vilja hava bíliga arbeiðsmegi – so einfalt er tað. Men tað er ósømiligt, at slíkt kann fara fram í Danmark, uttan at fáa stórvegis avleiðingar. Og eg haldi, at vit bara hava sæð toppin av ísfjallinum," sigur hann við ShippingWatch.

Sambært útlendingalógini skulu sjófólk uttan fyri ES hava arbeiðsloyvi, um tey arbeiða á einum skipi undir donskum flaggi, sum siglir upp á danskar havnir meira enn 25 ferðir í einum tíðarskeiði upp á 12 mánaðir.

Kelda: shippingwatch.dk