* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Donsk reiðarí taka tað róligt

Tey donsku reiðaríini fylgja væl við tí sum hendir í Egyptalandi og harvið eisini Suez-veitini.

- Sambært álítandi keldum, er herurin í Egyptalandi farin mannsterkur til Suez-veitina fyri at verja hana, sigur Jan Fritz Hansen, varastjóri hjá danska reiðarífelagnum, við Ritzau.

- Sostatt rokna vit við, at herurin í Egyptalandi ger tað sum gerast skal, fyri at trygdin í og um veitina er sum hon skal vera, sigur Jan Fritz Hansen.

Útsagnirnar koma, eftir at sjórænarar royndu at ræna bingjuskipið Cosco Asia. Hetta hendi í vikuskiftinum, men álopið miseydnaðist og eingin skaði hendi.

Suez-veitin hevur sera stóran búskaparligan týdning fyri Egyptaland og er ein av størstu inntøkukeldum í landinum.

Ásbjørn Jacobsen/antares.fo