* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Bátaflóttar í Miðjarðarhavinum verða bjargaðir umborð á eitt farmaskip.

Donsk Reiðarí fara at taka stig til at gera mannagongdir fyri, hvat gerast skal við bátaflóttar í Miðjarðarhavinum, sum handilsskip bjarga.

 

Samarbeitt verður tvørtur um trý málaráð í donsku stjórnini í løtuni. Diplomatíið arbeiðir av øllum alvi við at loysa trupulleikan við teimum 27 bátaflóttunum, sum Etienne Maersk bjargaði í Miðjarðarhavinum fyri meira enn einum mánað síðani. Eingin vil taka ímóti flóttunum, og tískil eru teir framvegis staddir umborð á danska farmaskipinum.

 

ES-leiðarin, Ursula von der Leyen, er komin upp í málið, og hon hevur havt samband við danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen.

 

- Uttan mun til nær og hvussu gordiski knúturin verður loystur, so verður hetta neyvan seinastu ferð, at eitt farmaskip bjargar bátaflóttum í Miðjarðarhavinum.

 

Tað heldur felagið, Donsk Reiðarí.

 

- Vit fara at arbeiða við at gera eina mannagongd, sum kann takast í nýtslu í líknandi støðum, soleiðis at handilsskip ongantíð skulu koma í eina sovorðna støðu aftur. Og tað skal ikki bara galda donsk skip, tí tað kundi tað sama verið okkurt annað skip, sigur Maria Skipper Schwenn, stjóri fyri trygd, umhvørvi og gransking í Donskum Reiðaríum.

 

Kelda: Søfart