* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Donsk sjófólk óttast ebola


Donsk sjófólk, ið sigla upp á Vesturafrika, óttast mest av øllum deyðiligu sjúkuna ebola, og umfatandi trygdarútgerðin, nøkur teirra skulu lata seg í, tá tey koma til eina havn í Vesturafrika, ger ikki stúranina minni.

”Stórur ótryggleiki er í sambandi við, at tey møguliga kunnu verða smittað við ebola, sum er ein rættuliga vandamikil og deyðilig sjúka. Hetta hugsa limir okkara sera nógv um”, sigur Fritz Ganzhorn, stjóri í Søfartens ledere, sambært nordjyske.dk, ið endurgevur Ritzau. 

Donsku reiðaríini gera tó alt, ið stendur í teirra makt, fyri at minka um vandan við forðingartiltøkum av ymsum slag, so sleppast kann undan, at nakar verður smittaður. Maersk Line er eitt av donsku reiðaríunum, ið sigla til vesturafrikanskar havnir. Her fylgja tey væl við gongdini, og reiðaríið sendi longu í marsmánaða út fyrstu leiðreglurnar. Fyribils hevur reiðaríið strikað landgongu og manningarskifti í vesturafrikonskum londum. 

Sambært danska reiðarafelagnum eru hvørt einasta samdøgur millum 10 og 30 donsk ella donskrikin skip í umráðnum. 

Kelda: nordjyske.dk