* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Donsk sjóvinnufeløg løgd saman

Ein nýggjur sjóvinnufelagsskapur, Handelsflådens Arbejdsmiljø- og Velfærdsråd (SEA HEALTH & WELFARE), sá dagsins ljós fríggjadagin, tá tey trý feløgini Handelsflådens Velfærdsråd, Søfartens Arbejdsmiljøråd og Søfartens Bibliotek vórðu løgd saman. Nýggja felagið fer at virka frá 1. januar 2018.

”Vit síggja fram til at implementera nýggju ætlanina í einum samanløgdum felag, har limir okkara kunnu uppliva eitt tættari samstarv og har vit vera sjónligari. Vit eru longu í fullari ferð við at fremja nýggj átøk, so sjófólk kunnu fáa eitt sunt og trygt arbeiðslív á sjónum” sigur nýggi leiðslubólkurin.

Á fundinum varð nýggj nevnd vald. Stjóri í nýggja felagnum er René Andersen og teir báðir nýggju fakligu stjórarnir eru Irene Olsen frá Søfartens Bibliotek og Vivek Menon frá Søfartens Arbejdsmiljøråd (SEAHEALTH). 

Kelda: Kilde: SEAHEALTH - Søfartens Arbejdsmiljøråd/maritimedanmark.dk