* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Donsk skip útvega Miðeystri vápn

Donsk skip hava seinastu tíðina útvegað Miðeystri fleiri tons av vápnum og krígsútgerð, sum við stórari vissu enda í krígsraktum økjum sum Yemen ella hjá uppreistrarbólkum sum Islamskum Stati og al-Nusra í Sýria. Tað veit Ekstra Blaðið at siga frá. 

Reiðaríið H. Folmer hevur í longri tíð havt tvey skip, 'Marianne Danica' og 'Hanne Danica', siglandi aftur og fram millum Burgas í Bulgaria og Jeddah í Saudi Arabia við krígsútgerð í lastini. 

Hetta kemur millum annað fram í altjóða hav sneytaratænastum, har eisini ber til at síggja, at skipini hava siglt við góðsi, flokkað sum sera vandamikið, sum tildømis spreingievni og vápnum. 

Sambært keldunum hjá Ekstra Blaðnum eru danskar manningar við teimum báðum skipunum.

"Sera sannlíkt" at vápnini verða seld víðari
Málið hevur longu vakt altjóða ans. Saudiski herurin brúkar nevniliga ikki vápn og krígsútgerð úr Bulgaria, og tí er sannlíkt, at tey skulu víðari til krígsrakt øki í Miðeystri, sigur altjóða serfrøðingurin í vápnahandli, Pieter Wezeman á svenska granskingarstovninum Sipri.

- Saudi Arabia plagar at keypa sera framkomna, sera dýra og nýtíðar útgerð til sín egna her. Tað hevði tí verið sera óvæntað, um teir tóku ímóti bulgarsku vápnunum, sum donsku skipini hava siglt við.

- Sannlíkt er tí, at teir selja vápini víðari. Vit vita, at Saudi Arabia er sera virkið í Yemen og Sýria, og tað er almenn vitan, at teir hava veitt krígsútgerð til tey bæði londini, sigur Pieter Wezeman

Ikki ólógligt at sigla við vápnum
Mótsatt fleiri øðrum evropeiskum londum kunnu donsk reiðarí frítt sigla við vápnum kring heimin, so leingi hetta ikki verður gjørt úr donskum havnum. Einastu undantøkini eru tey í løtuni 20 londini, sum forboð er ímóti at flyta vápn til. Listin telur hvørki Sýria, Yemen ella Saudi Arabia, so teimum kunnu donsk reiðarí púra lógliga útvega vápn. 

Og hetta er púra burturvið, heldur Karsten Kristensen í danska fakfelagnum 3F.  

- At vit ikki hava eina ordiliga lóggávu á hesum økinum, sum forðar fyri, at danskar fyritøkur útvega vápn, ið kunnu enda í kríigsøkjum, har tey kunnu verða brúkt ímóti donskum hermonnum, ið eru sendir út, er moralskt ófyrigeviligt, sigur hann.

- Neyðugt er at broyta lóggávuna, so skipini skulu biðja um loyvi hvørja ferð, tey skulu frakta vápn, sigur Karsten Kristensen.

Reiðari: Vit sigla við lógligum vápnum
Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharri, hevur ikki viljað gjørt viðmerkingar til málið, skrivar Ekstra Blaðið. 

Eigarain av reiðarínum, Jørgen Folmer, viðgongur fyri Ekstra Blaðnum, at tey bæði skipini hava siglt millum Bulgaria og Saudi Arabia, men hann heldur ikki, at hann hevur moralska ábyrgd fyri, at vápn kunnu enda í krígsøkjum.

- Sama hvat tú keypir og selur, so veitst tú ikki, hvar tað endar, og tað hevur tú heldur ikki ábyrgdina fyri. Eg sigli bert við lógligum vápnum. Punktum, sigur han.

Kelda: soefart.dk