* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hydrofoilbátur.

Donsk skipasmiðja í heimsfrumsýning við arbeiðsbáti, sum er ravmagnsrikin á foils

Suðurfjónska skipasmiðjan Tuvo Marine hevur gjørt royndarsiglingar við einum ravlaðsriknum frumsniði av einum arbeiðsbáti, ið mestsum kann flúgva oman á sjónum uttan at dálka við útstoytsroyki.

 

Tuco hevur saman við Artemis Technologies seinnu árini ment og smíðað heimsins fyrsta fult ravmagniseraða foilandi arbeiðsbátin.

 

“Foil” eru sjófør, sum við smáum vengrum í sjónum lyfta farið upp úr sjónum, og tað hevur við sær, at hetta sjófarið fær minni mótstøðumegi frá sjónum, og siglir tí skjórari – og í hesum førinum eisini reinari, tí talan er um ravlaðsrakstur.

 

Og tað er heilt serligt, skrivar stjórin á skipasmiðjuni.

 

- Hetta er heilt nýtt. Við at nýta hydrofiltøknikunnan og sostatt hægri virksemi eru vit før fyri at vinna á forðingunum kring tað at goyma orku. Tað er annars størsti trupulleikin í sambandi við at smíða skjóttgangandi bátar, sum eru 100 prosent ravmagniseraðir - í nøktandi fjarstøðum, sigur Jonas Pedersen, skipasmiðjustjóri.

 

Handilsstjórin hjá Artemis sigur, at arbeiðsbáturin hevur fingið allar neyðugar bóðkenningar í Bretlandi.

 

Arbeiðsbátarnir vera millum 7 og 15 metrar langir.

 

Kelda: Søfart