* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Danska fyritøkan, Eltronic FuelTech, granskar í nýggjum møguleikum í sambandi við brennievni til skip.

Ein donsk fyritøka hevur tøknina tilreiðar til framtíðar bingjuskip – uttan CO2-útlát. Tað skrivar danski miðilin, Søfart.

 

Við endan á 2023 roknar Mærsk við at fyrsta metanolriknað CO2-nevtrala bingjuskipið fer av bakkastokki. Metanol er tað sama sum træspritt.

 

Tað er danska fyritøkan, Eltronic FuelTech í Hedensted, sum stendur tilreiðar við neyðugu tøknini, sum kann nýtast til skipamotorar, ið verða riknir við metanoli. Og fyritøkan væntar, at onnur bingjureiðarí fara at gera tað sama sum Mærsk frá 2024.

 

A.P.Møller Mærsk boðaði fyrr í ár frá, at reiðaríið væntaði at flota heimsins fyrsta CO2-nevtrala bingjuskip, sum skal sigla við “grønum” metanoli/træspritti í seinnu helvt av 2023.

 

Eitt av málunum hjá Electronic FuelTexh er at granska í nýggjum og grønum møguleikum innan brennievni til skip. Felagið hevur longu loysnir innan brennievni sum LNG, LPG og Metanol.

 

Kelda: Søfart