* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Drongur við autismu gjørdi heimsins størsta Lego-Titanic

Fyri fimm árum síðani varð heimsins størsta Lego-modell av Titanic gjørt í Íslandi. Tað var íslendski drongurin, Brynjar Karl Birgisson, sum bygdi modellið. Brynjar var tá 10 ára gamal.

 

Í hesum døgum verður modellið hjá íslendska dronginum sýnt fram í Museum Attraction í Pigeon Forge, Tennessee.

 

Brynjar Karl Birgisson, sum býr í Reykjavík, nýtti í alt 56.000 legobrikkar til Titanic. Modellið er 26 føtur langt og 5 føtur høgt. Brynjar, sum hevur autismu, nýtti einar fimm tímar um dagin at byggja Lego, longu tá hann var 5 ára gamal. Tá bygdi hann serliga tok.

 

Eftir at abbi hansara, Ludvík Osmundsson, tók hann við sær á flot, birtist áhugin fyri bátum og skipum. Sum 10 ára gamal visti Brynjar alt, sum vert var at vita um Titanic.

 

- Tá eg var og vitjaði í Legolandi í Danmark, og sá øll tey stóru húsini og skipini, bygd við legobrikkum, fekk eg hugskotið at byggja Lego-Titanic, sigur Brynjar við CNN.

 

Titanic gjørdist ein familjuætlan, tí bæði abbi Brynjar, sum er verkfrøðingur, og mamma Brynjar, Bjarney Ludvíksdóttir, hildu hann í gongd.

 

Og í hesum døgum verður stóra legomodellið av Titanic sýnt fram í USA.

 

Kelda: CNN