* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Dannebrog liggur framvegis við maskinskaða í Frederikshavn.

Tað verður ikki Dannebrog, sum fer at sigla drotningina úr einum stað í annað á vitjanini í Føroyum, tí Kongaskipið liggur framvegis við maskinskaða í Frederikshavn.

 

Í morgun, mikumorgunin, liggur Dannebrog framvegis í Frederikshavn, eftir at skipið fekk maskinskaða leygardagin, meðan tað sigldi í Skagerak á veg til Føroya, her Drotningin vitjan í nakrar dagar.

 

Sambært Maritimedanmark tekur tað Kongaskipinum fýra dagar at sigla til Føroya, og tískil er ikki longur møguligt hjá Drotningini at nýta kongaskipið sum flótandi heim, meðan hon er í Føroyum.  Men tað forðar ikki Drotningini at koma til Føroya.

 

Ongin kunning er komin frá Sjóverjuni ella Kongshúsinum um, hvør orsøkin er til maskinskaðan umborð á Dannebrog.

 

Kongaskipið varð smíðað í 1932, og verður alla tíðina hildið viðlíka og nútímansgjørt. Tað er danska sjóverjan, sum mannar Dannebrog.

 

Kelda: Maritimedanmark