* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
DSV hevur latið skrivstovu upp í Panamabýi.

DSV latið skrivstovu upp í Panama

Flutningssamtakið, DSV, hevur latið skrivstovu upp í Panamabýi. Samtakið metir Panamabý sum eitt týdningarmikið vegamót fyri Miðamerika og Karibia.

 

- Tað er ein strategisk avgerð at flyta inn í Panama. Nógv av okkara viðskiftafólkum nýta fríøkini í Panama at distribuera vørur til miðamerikanskar og karibiskar marknaðir, sigur Torge Koehnke, varastjóri hjá DSV Air & Sea sambært Shippingwatch.

 

Hann vísir eisini á, at Panama er eitt væl dámt land at hava goymslur og at skipa sendingar til lond í økinum orsakað av skattafyrimunum.

 

- Panama er ein týdningarmikil brikkur bæði við Panamaveitini og við sínum politiska støðufesti, skrivar felagið.

 

Kelda: Shippingwatch