* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Forstjórin hjá DSV, Jens Bjørn Andersen, væntar minking í farmaflutninginum. Mynd: Reuters

Farmasendarin DSV hevur júst uppstigað vánirnar til restina av árinum, men tað eru døkk skýggj at hóma í havsbrúnni á einum annars blettfríum bláum himmali.

 

DSV-forstjórin, Jens Bjørn Andersen, metir, at marknaðurin fyri flogfarmi og farmi á sjónum fer at minka munandi komandi tíðina. Við dagblaðið Børsen sigur hann, at hann væntar eitt fall í sjóferðslumarknaðinum upp á 3,5 prosent, meðan farmurin loftvegis fellir við millum 7 og 10 prosentum - mált í mongdum.

 

- Minkingin kemur eftir broytt nýtslumynstur, sum korona og niðurlokingar hava trýst fram, og sum var gott fyri øll, ið arbeiða við flutningi, sigur hann í samrøðuni við Børsen.

 

Hann vísir á, at í byrjanini av koronufarsóttini sóu vit eitt skifti í nýtslumynstrinum frá uppliving til nýtslu. Vit keyptu flatskermar og urtagarðsmøplar, tá vit ikki sluppu út at ferast ella sluppu á matstovu. Nú hendir tað øvugta.

 

Hetta rákið arbeiðir eitt sindur ímóti DSV og restini av flutningamarknaðinum, hóast samlaði heimsvøksturin verður millum 2 og 3 prosent.

 

- Skiftið, vit síggja í nýtsluni, fer ivaleyst at hava lægri flutningstørv við sær, heldur stjórin í DSV við Børsen.

 

Kelda: Børsen / Søfart