* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Dýrt at seta sjómyllulund til elnetið

Tað verður nógv dýrari enn mett at seta donsku sjómyllulundina Kriegers Flak til elnetið. Energinet.dk hevur fingið tilboð frá veitarum upp á, hvat tað fer at kosta at flyta streymin í land. Øll tilboðini liggja omanfyri kostnaðarmetingina.

”Síðani vit løgdu fíggjarætlanina fyri verkætlanina, er marknaðarprísurin broyttur munandi skeiva vegin. Tí eru vit nú noyddir at fremja ymsar broytingar í verkætlanini, so vit kunnu fáa prísin niður”, sigur verkætlanarleiðarin Jens Christian Hygebjerg í Energinet.dk.

Energinet.dk hevði roknað við einum kostnaði upp á 3,8 mia. kr. íroknað javnstreymssamband til Ishøj, tvinnar transformatorpallar við sjómyllulundina umframt umformarastøðir. Men tað hevur millum annað víst seg, at ein sjálvstøðugur frálandapallur til javnstreymsumformaran er nógv kostnaðarmiklari at seta upp enn mett. 

Nú umhugsað teir tí, hvussu verkætlanin kann broytast til tess at fáa kostnaðin niður. 
Tann 600 MW stóra sjómyllulundin skal eftir ætlan setast í rakstur innan 2020. ES hevur játtað 1,1 mia. kr. til verkætlanina, tí hon skal testa ein frálandakaðal. 

Kelda: Ingeniøren