* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Sjúrður Skaale og Edmund Joensen avmyndaðir í Kringvarpshøllini. (Mynd: Kringvarp Føroya)

Edmund Joensen og Sjúrður Skaale valdir á Fólkating

Endin av fólkatingsvalinum í gjár var, at Sambandsflokkurin vann valið, og Javnaðarflokkurin gjørdist numm tvey.

 

Hóast Fólkaflokkurin hevði eitt rimmar val í Klaksvík, so gjørdist flokkurin ov stuttur til, at tað eydnaðist at vinna annan fólkatingsmannin. Valið hjá Fólkaflokkinum í Havn var so mikið vánaligt, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin endaðu sum nummar eitt og tvey, meðan Fólkaflokkurin gjørdist nummar trý.

 

Hetta merkir, at Edmund Joensen var fyrst valdur fyri Sambandsflokkin, og Sjúrður Skaale var valdur sum nummar tvey – nógv fremstur í Javnaðarflokkinum.

 

Edmund Joensen fekk 1.885 persónligar atkvøður, meðan Sjúrður Skaale fekk 3.331 persónligar atkvøður.

 

Í Fólkaflokkinum gjørdist eitt av nýggju valevnum floksins, Uni Rasmussen, fremstur við við 827 atkvøðum.

 

Tjóðveldið gjørdist nummar fýra, og misti sostatt sítt fólkatingsumboð. Magni Arge, sum hevur havt sæti á Fólkatingi fyri Tjóðveldi, boðaði í gjárkvøldið frá, at hann nú tekur sæti á løgtingi. Tað merkir, at eykamaðurin, Ingolf Olsen, noyðist úr løgtinginum.