* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Havnin í Dakar í Senegal.

Eftir ógvusligu spreingingina í Berut herfyri fingu myndugleikarnir í høvuðsstaðnum í Senegal, Dakar, úr at gera. Í havnini í Dakar stóð nevniliga ein uppaftur størri goymsla av ammonumnitrati, enn tann í Beirut, skrivar New York Times.

 

Tað vóru havnararbeiðarar í vesturafrikanska strandabýnum, ið gjørdu vart við goymsluna eftir ógvusligu spreingingina í Beirut, sum tók lívið av 200 fólkum, og særdi í minsta lagi 6.500.

 

Havnin í Dakar í Senegal lá nevniliga inni við umleið 3.000 tonsum av ammoniumnitrati ella meira enn tey 2.750 tonsini, sum vóru orsøkin til oyðileggingarnar í Beirut.

 

Tí hevur ein rúgva av lastbilum havt úr at gera við at flyta nógv tons av vandamikla evninum burtur frá tætt bygda økinum við havnina í høvuðsstaðnum í Senegal.

 

Og uppmerksemið uppá vandamikla evnið er skerpað um allan heim.

 

“Eftir vanlukkuna í Beirut hava nógvar havnir og nógvir myndugleikar kannað og gingi ígjøgnum rætningslinjur, og hugt eftir, hvat liggur á goymslu,” sigur Alfrede Parroquin-Ohlson, sum starvast í sjóvinnudeildini hjá ST, IMO.

 

Kelda: New York Times.