* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Limir í danska fólkatinginum vilja hava meira eftirlit við manningum fyri at forða fyri nýtslu av ólógligari arbeiðsmegi.

Eftirlit skal steðga nýtslu av ólógligum sjófólki

Í løtuni er onki eftirlit við ólógligari arbeiðsmegi til sjós, skrivar 3F, eftir at eitt reiðarí herfyri fekk eina milliónabót fyri nýtslu at sjófólkum, sum onki arbeiðsloyvi høvdu. Í fólkatinginum vilja politikarar nú hava, at málið verður tikið upp.

 

Tað er eftir at reiðaríið, Sirius Shipping varð dømt at gjalda eina bót uppá 1,5 milliónir krónur fyri at hava havt filipinsk sjófólk í arbeiði – uttan arbeiðsloyvi, at málið er farið at gera vart við seg í Fólkatinginum. Ólógligu filipinarnir vóru við fýra skipum hjá Sirius Shipping.

 

Tað var Altjóða Transportarbeiðarafelagið, ITF, sum avdúkaði, at Sirius Shipping nýtti ólógligar filipinar umborð á skipum undir donskum flaggi.

 

Sambært donsku útlendingalógini skulu útlendsk sjófólk uttanfyri ES hava arbeiðsloyvi, um tey sigla við skipum undir donskum flaggi í altjóða skipaferðslu, og koma í danska havn oftari enn 25 ferðir í eitt ár. Tað var hetta, Sirius Shippin varð dømt fyri.

 

Framsøgumaðurin hjá Eindarlistanum í flutningsmálum, Henning Hyllested, vil hava danska Sjóvinnustýrið at kanna arbeiðsloyvini hjá manningunum - og aðrar upplýsingar, sum kunnu avdúka ólógliga arbeiðsmegi. Framsøgumaðurin hjá Danska Fólkaflokkinum í vinnumálum, Hans Kristian Skibby, er samdur við Henning Hyllested.

 

Kelda: Søfart