* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Týska fregattin F219 er stødd í Eystrasalti, har lekarnir eru.

Týsk herskip og svensk eftirlitsflogfør eru virkin við støðini, har hildið verður, at talan hevur verið um lekar í Eystrasalti.

 

Danska verjan hevur økt sítt virksemi kring lekarnar nærindis Bornholm, har gassleiðingin hjá Nordstream 1 og 2 eftir øllum at døma er sprongd hol.

 

Danska umhvørvisskipið Gunnar Thorson er statt í økinum við sunnara lekan.

 

Í sjóøkinum við norðara lekan hevur eitt týskt herskip hildið vakt, og svensku myndugleikarnir hava eisini sent eitt av sínum vaktarskipum til økið – og sviar hava eisini havt eitt flogfar í økinum, har gasslekarnir eru funnir.

 

Kelda: Søfart