* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tey hava júst fingið vanlukku buss-bátin upp aftur av botni.

Eftirlitsmaður setir spurnartekin við sniðið á “buss-bátum”

Mánadagin setti ein eftirlitsmaður, sum er settur at kanna vanlukkuna við buss-bátinum á Table Rock Lake í Missouri fyri einari viku síðani, spurnartekin við sniðið á buss-bátunum.

 

Ikki færri enn 17 fólk, 9 í somu familju, druknaðu í vanlukkuni á Table Rock Lake. Og nú verður spurnartekin sett við sniðið á hesum buss-bátunum ella “duck-boats”, sum teir verða róptir í USA.

 

Fyrrverandi dieselmekanikari hjá amerkianska herinum og privati landmálarin, Steven Paul, kannaði bátarnar fyri einum ári síðani í sambandi við, at teir skuldu seljast. Tá vísti hann í einari skrivligari frágreiðing á eina røð av vansum í sniðinum á buss-bátunum.

 

- Eg vísti millum annað á útstoyið, sum er har frammi á buss-bátinum, og sum ikki eigur at verða góðkent. Tá vanlukkan hendi, rullaði so mikið nógv, at útstoytið ofta var undir vatnskorpuni. Tá soleiðis er, kemur vatn sjálvandi inn í útstoytið, og tá er stórur vandi fyri, at motorurin steðgar, sigur Steven Paul við CNN.

 

Robert Mongeluzzi, sum er sakførari, og sum hevur arbeitt við vanlukkumálum av buss-bátum fyrr, sigur, at ongin ivi er um, at hesi førini eru rættiliga vandamikil sum heild.

 

- Hesi amfibiu-førini hava dripið á sjónum og tey hava dripið á landi. Tey átti snøgt sagt at verið forboðin, sigur Robert Mongeluzzi.

 

Vrakið av bát-bussinum, sum kostaði 17 fólkum lívi, varð tikið upp fyri trimum døgum síðani.

 

Kelda: The Maritime Executive