* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Egyptaland økir inntøkuna av Suezveitini


Suezveitin er framvegis ein sera góð snarleið hjá flestu skipum, tá tey eru á veg til Evropa úr Asia ella øvugt. Veitin økti í 2017 inntøkurnar til 5,3 miljardir dollarar ímót 5 miljardum dollarum árið fyri.

Veitin, ið er almenn ogn, er týdningarmesta inntøkukeldan hjá Egyptalandi av útlendskum gjaldoyrum.

Tá eysturafrikonsku sjórænararnir fóru at hótta skipaferðsluna framvið strondini, fall ferðslan gjøgnum Suezveitina, men hon vendi aftur, tá altjóða herflotadeildir saman við vápnaðum vaktum umborð á skipunum fingu bart sjórænararnar niður.

Kilde: Suez Canal Authority