* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ever Given forðaði allari ferðslu gjøgnum Suezveitina í seks dagar.

Japanski eigarin, Shoei Kisen Kaisha, skuldsetir myndugleikarnar í Sues-veitini fyri at hava gjørt ov lítið fyri at óhappið í Suezveitini við risastóra bingjuskipinum, Ever Given, ikki skuldi henda. Men tað vísa bæði myndugleikar og ein dómstólur aftur.

 

Í skuldsetingunum siga japonsku eigararnir millum annað, at veðurumstøðurnar vóru so vánaligar at sigla gjøgnum Suezveitina hendan dagin, at Suez-myndugleikarnir als ikki áttu at loyvt skipinum at siglt ígjøgnum.

 

- At myndugleikarnir loyvdu skipinum at fara ígjøgnum hóast vánaliga veðrið var orsøkin til, at skipið fór á land, og í fleiri dagar forðaði allari ferðslu at sigla gjøgnum veitina, siga japonsku eigararnir, Shoei Kisen Kaisha.

 

Løgfrøðingar hjá Shoei Kisen Kaisha siga haraftrat, at í minsta lagi tveir sleipibátar áttu at fylgt við Ever Given, men tað gjørdu teir ikki.

 

Myndugleikarnir í Egyptalandi hava kravt eigararnar eftir 600 milliónum US-dollarum fyri at hava lagt Suezveitina lamna í seks dagar, men so stóra upphædd sýta eigararnir fyri at gjalda.

 

Tað er Evergreen Marine, sum rekur Ever Given.

 

Kelda: Businessinsider.com



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=5d0en1ow_pQ]
Innslag hjá BBC beint eftir at tað eydnaðist at toga Ever Given leysan aftur.