* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Eimskip hevur seinastu tíðina yvirtikið fleiri smærri feløg í Evropa. Harumframt bíðar felagið eftir svari frá norsku kappingarmyndugleikunum, sum skulu taka støðu til, um Eimskip kann keypa norska Nor Lines.

"Vit vænta, at samstarvið um at býta slots á serligum rutum millum stóru reiðaríini fer at halda fram. Vit vænta eina framhaldandi miðsavnan á marknaðinum sum heild, har størri feløg yvirtaka smærri feløg," skrivar Gylfi Sigfússon, stjóri í Eimskip, í einum skrivligum svari til ShippingWatch,.

Í oktober 2016 keypti Eimskip hollendska vøruflutningsfelagið Extraco, og í januar yvirtók íslendska reiðaríið belgiska Mareco, og ætlanir eru um fleiri tílíkar yvirtøkur aftrat.

"Vit arbeiða í løtuni við fleiri møguligum uppkeypum í kjarnuvirksemi okkara, og hetta arbeiðið gongur eftir ætlan," skrivar Gylfi Sigfússon til ShippingWatch.

Nor Lines

Eftir at Eimskip í november í fjør kunngjørdi, at tað hevði keypt norska shipping- og logistikkfelagið Nor Lines, sýttu norsku kappingarmyndugleikarnir í februar at góðkenna keypið.

Íslendska reiðaríið hevur síðani latið norsku myndugleikunum sínar grundgevingar, og roknað verður við, at endalig avgerð fellur í málinum fyrsta dagin, upplýsir Gylfi Sigfússon fyri ShippingWatch.

Eimskip hevur eisini tikið upp samstarv við grønlendska Royal Arctic Line um eitt transatlantiskt samstarv, sum fevnir um trý bingjuskip, sum í løtuni eru í gerð í Kina. Tey verða væntandi liðug í 2019, tá samstarvið eisini ætlandi byrjar.

Metár í fjør

2016 var eitt metár hjá Eimskip, sum hevði eina nettoinntøku upp á 21,9 mió. evrur. Hetta var ein framgongd upp á 23 pst. samanborið við 2015.

Eisini í 2017 roknar felagið við framgongd. Gylfi Sigfússon sigur, at reiðaríið væntar øktar góðsnøgdir til og úr Íslandi umframt Føroyum, meðan útlitini fyri Norra "eisini eru positiv."

"Vøruflutningurin fer væntandi at vaksa í vavi, umsetningi og inntøkum í 2017. Verkfallið í íslendsku fiskivinnuni í januar og februar fer at hava negativa ávirkan á úrslitið í fyrsta ársfjórðingi. Vit vænta tó, at kvotan fyri í ár verður uppfiskað, og at hetta fer at hava positiva ávirkan á flutningin og úrslitið hjá okkum restina av árinum," sigur Gylfi Sigfússon.

Kelda: shippingwatch.dk