* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Eimskip keypir danska logistikkfyritøku

 

Eimskip upplýsir, at felagið hevur keypt 75 pst. av partabrøvunum í Ship-Log A/S, sum hevur høvuðssæti í Aarhus, har 32 fólk starvast. Keypið fer at styrkja støðuna hjá Eimskip í Danmark og fer at víðka um reefer-tænasturnar hjá felagnum.

“Vit fegnast um at hava fingið Ship-Log inn sum part av Eimskip bólkinum, og felagið fer at styrkja logistikk-tænastur okkara upp aftur meira við einum breiðari úrvali av vørum,” sigur Gylfi Sigfússon, stjóri í Eimskip.

Ship-Log A/S varð stovnað í 2003 og umsetur fyri 17 mió. evrur við einum rakstrarrásarúmi upp á 5-6 pst. við innflutnings- og útflutningsvirksemi umvegis umboð í 120 londum.

Núverandi leiðslan í felagnum, Simon Steenholt,stjóri, og Mads Dalsgaard, heldur fram við at reka felagið sum eina sjálvstøðuga eind í Eimskip bólkinum og varðveitir 25 pst. av partabrøvunum, upplýsir Eimskip.

Kelda: Eimskip/maritimedanmark.dk