* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Eimskip satsar meira uppá feskan fisk úr Føroyum til Bretlands

Íslendska reiðaríið Eimskip ger eina røð av bygnaðarbroytingum í løtuni. Neyðugar broytingar í rakstrinum eru orsøkin. Tá bygnaðarbroytingarnar eru framdar, fara fleiri broytingar at verða gjørdar í ferðaæltanini. Tað kemur føroyskum feskfiskaútflutningi væl við.

 

Tá ið bygnaðarbroytingar er gjørdar, verður ferðaætlanin streymlinjað, so hon verður virknari. Ruturnar millum Ísland og nærmastu grannalondini fara at hava tvær fráferðir og tvær komur, og siglingin í Noregi verður minkað við einum skipi.

 

Hinvegin ferð Eimskip at økja tænastuna við feskfiski og uppsjóvarfiski frá kundum í Føroyum við at seta køli- og bingjuskipið, Svartfoss, í rutu millum Føroyar og Stórabretland einaferð um vikuna.

 

Aftrat hesum fer ein túrur at vera gjørdur úr Føroyum til Hollands um vikuna.

 

Hilmar Pétur Valgarðsson, varastjóri, verður stjóri á nýggju deildini, Operations, og Egill Ørn Petersen, sum hevur starvast í fíggjardeildini, verður nýggjur fíggjarstjóri hjá íslendska reiðarínum.

 

Bygnaðarbroytingarnar hava tær avleiðingar við sær, at 10 fólk fara at missa arbeiðið. Talan er fyri tað mesta um millumleiðarar.

 

Kelda: Maritime Danmark / Eimskip