* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norsku kappingarmyndugleikarnir sýta fyri at góðkenna ætlanirnar hjá Eimskip at keypa norska reiðaríið Nor Lines.

"Eg haldi, at teir gera eitt stórt mistak við snævurskygdu avgerð síni", sigur Gylfi Sigfússon, stjóri í Eimskip, í fráboðan til keypsskálan.

Grundgevingin hjá norsku kappingarmyndugleikunum fyri at nokta umsóknini frá Eimskip er, at ov fáir aktørar eru at flyta frystan fisk.

Ætlaða yvirtøkan hjá Eimskip av Nor Lines hevði sambært kappingarmyndugleikunum forðað fyri eini effektivari kapping á marknaðinum fyri flutningi av frystum fiski við frystiskipum úr Norður-Noregi til Norður-Evropa.

-Kappingareftirlitið skal steðga uppkeypum, sum skaða kappingina. Eimskip og Nor Lines eru góðir kappingarneytar og hava samanlagt stóran marknaðarlut á dagsins marknaði, sigur stjórin í norska kappingareftirlitinum, Lars Sørgard.

Stúra fyri hægri prísum

Kappingareftirlitið heldur, at marknaðurin fyri flutningi av frystum fiski við frystiskipum úr Norður-Noregi til Norður-Evropa longu í dag fevnir um ov fáar aktørar, og at eitt uppkeyp fer at bera í sær eina avmarkaða kapping, sum fer at gera tað møguligt hjá Eimskip at økja prísirnar ella skerja dygdina mótvegis kundunum.

Eimskip Norway harmast um avgerðina og heldur, at hon er tikin á skeivum grundarlagi.

-Vit skilja als ikki avgerðina, sigur stjórin í Eimskip Norway, Lara Konradsdóttir, við norskar miðlar.

Hon heldur, at Kappingareftirlitið hevur lagt ov stóran dent á flutningin av frystum fiski úr Norður-Noregi til Norður Evropa.

-Tey hyggja ikki at heildarmyndini. Frystur fiskur úr Norður-Noregi er bert ein lítil partur av heildarmyndini.

Eimskip stendur seg væl í flutninginum av frystivørum, meðan Nor Lines er sterkast á turrfarmaøkinum, upplýsir hon.

Tí eru stórir fyrimunir við at leggja hesi bæði feløgini saman, heldur hon.

Eimskip fer nú at taka støðu til, um felagið skal kæra avgerðina hjá kappingarmyndugleikunum til kærustovnin.

Kelda: maritime.no/shippingwatch.dk