* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 


Eimskip hevur yvirtikið partabrævameirilutan í amerikanska felagnum CSI Group, sum keypir, selur og leigar út brúktar bingjur. Hetta verður gjørt fyri at minka um útreiðslurnar í sambandi við bingjuvirksemið, upplýsir Eimskip.

Eimskip tryggjar sær 51 pst. av partabrøvunum í seks ára gamla felagnum, ið hevur heimstað í Boston. Felagið umsetur fyri uml. 5 mió. evrur um árið, og Eimskip rindar stovnaranum av felagnum 1 mió. evrur fyri partabrøvini.

“Tað er gott at hava CSI sum part av Eimskip-samtakinum, og hetta fer at styrkja vitan okkara úm keyp, viðlíkahald og bingjueftirlit upp aftur meira,” sigur Gylfi Sigfusson, stjóri í Eimskip.

Hann vísir víðari á, at útreiðslustýring av bingjum hevur verið ein avbjóðing hjá øllum reiðaríum. 

“Tí síggja vit fyrimunir í vitanini, sum vit fáa, at brúka til at minka um útreiðslurnar hjá Eimskip í sambandi við umsitingina av okkara egnu og leigaðum bingjum kring heimin,” sigur hann.

Norsku kappingarmyndugleikarnir forðaðu fyrst í apríl ætlaða keypinum hjá Eimskip av Nor Lines.

Kelda: TradeWinds