* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Uljanik-skipasmiðjan í Pula í Kroatia.

Ein av heimsins elstu skipasmiðjum letur aftur

Evropa missir nú eina stóra skipasmiðju aftrat, tí myndugleikarnir í Kroatia hava gjørt av at lata Uljanik – eitt skipasmiðjusamtak við drúgvari søgu, sum gongur heilt aftur til 1856, fara á heysin. Sostatt fer ein av heimsins elstu skipasmiðjum í søguna.

 

Kappingarkommisserurin hjá ES, Margrethe Vestager, góðkendi fyri tveimum árum síðani, at kroatiska skipasmiðjan skuldi fáa 96 milliónir evrur (720 milliónir krónur) í ríkisstuðuli. Stuðulin varð latin sum lán úr kroatiska ríkiskassanum, fyri at sleppa samtakinum úr einari likviditetskreppu, so felagið kundi fáa støðufesti aftur.

 

Men tað hjálpti onki, og til heystar verða ognirnar hjá Uljanik-samtakinum seldar á uppiboði. Um tað veruliga fer at henda, er upp til kroatisku stjórnina, men nógv bendir á, at stjórnin er troytt at Uljanik-skipasmiðjuni.

 

Uppboði í heyst fer kortini ikki at umfata tær ognir, sum eru neyðugar, um skipasmiðjan hjá samtakinum í Pula skal halda fram.

 

Uljanik-samtakið umfatar tvær skipasmiðjur, eina í Rijeka og eina í Pula. Umleið 4.000 fólk arbeiða í samtakinum.

 

Kelda: Maritime Danmark