* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ein russiskur kavbátur av Oskar-slagnum er í løtun i staddur í Eystrasalti. Svenska verjan fylgir væl við kavbátinum.

Ein kjarnorkurikin kavbátur fór gjøgnum stórabelt í gjár

Ein russiskur kavbátur í Oskar-flokkinum, sum hevur møguleika at nýta kjarnorkuvápn, er í løtuni staddur í Eystrasalti. Tað váttar svenska Verjuleiðslan.

 

Kavbáturin er úr Oskar-flokkinum, verður rikin við tveimum kjarnorkureaktorum og hevur kapasitet at nýta kjarnorkuvápn.

 

- Vit kunnu ikki gera viðmerkingar til møgulig vápn, sigur Lars Skjoldan, miðlaábyrgdari fyri svensku Verjueiðsluna við svenska SVT.

 

Danska blaðið Søfart skrivar, at stutt eftir klokkan 16.00 í gjár, hósdagin, lá 154 metrar langi kavbáturin sunnanfyri Gedser. Kavbáturin sigldi í vatnskorpuni gjøgnum Stórabelt fyrrapartin í gjár.

 

- Vit kunnu vátta, at ein russiskur kavbátur í Oskar-flokkinum fóru gjøgnum danskt sjóøki í dag, skrivarði Lars Skjoldan í einum teldubrævi til SVT í gjár.

 

Svenska verjan fylgir kavbátinum, meðan hann er staddur í Eystrasalti.

 

- Hann hevur møguleika at sigla við fjarstýrdum krússaramissilum. Men hvørjum hann er útgjørdur við, veit eg ikki. Vit hava eftirlit við, hvat hendir, sigur Kristina Swaan, majorur og miðlavaktur hjá svensku verjuni, við svenska kringvarpið, SVT.

 

Kelda: Søfart