* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Ein maður doyði í eldsbruna á kanningarskipi

Ein av manningini lat lív, tá eldur kom í frálands kanningarskipið MV Geos týsmorgunin. Skipið var tá statt í Suðurkinesiska havinum.

 

Maðurin varð saknaður eftir eldibrandin, sum kyknaði, tá skipið var einar 10 kilometrar úr strondini á Baram.

 

Malaisiska sjóvinnustýrið boðar í dag frá, at maðurin varð funnin inni í vrakinum gjáramorgunin, 18. apríl.

 

38 fólk vóru við skipinum, og tey 37, sum komu frá vanlukkuni á lívi, vórðu flutt til Miri. Tvey teirra vórðu innløgd á Miri General Hospital, har tey verða viðgjørd fyri ymiskar skaðar.

 

Asian Geos Sn Bhd eigur MV Geos, og skipið gjørdi kanningar fyri Malaisiska olju- og gassfelagið, Petroliam Nasional Berhad (PETRONAS)

 

PETRONAS boðaði í gjár frá, at tey framvegis royna at sløkkja eldin.

 

Enn er ógreitt, hví eldur kom í skipið.  

 

Kelda: World Maritime News