* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Ein syndaflóð av gomlum skipum

Tekin eru um, at reiðarí bíða til seinastu løtu at høgga gomlu skip síni upp, sum ikki løna seg at reka, tá nýggju svávulreglurnar koma í gildi. Tað kann senda eina syndaflóð av gomlum skipum til upphøggingar, metir GMS.

 

Heimsins størsti brotajarn-keypari, GMS, ávarar ímóti at ein syndaflóð av gomlum skipum kunnu vera á veg móti strondum í Suðurasia.

 

Í seinastu útgávuni av vikuligu frágreiðing síni vísir GMS á, at nógvir eigarar eftir øllum at døma vilja av við gomlu og óbrúkiligu skip síni, tá nýggju sávulreglurnar koma í gildi um ársskiftið.

 

Seinastu mánaðirnir hava givið reiríum stórar inntøkur – serliga á tangaskipaøkinum, og tað hevur fingið eigararnar at bíða við at senda skip til upphøggingar.

 

Tað kann enda við einum fløskuhálsi av skipum, sum verða til sølu við ársenda, og nýggju svávulreglurnar koma í gildi frá januar í 2020.

 

Nógv tey flestu av heimsins handilsskipum verða høgd upp á sonevndu “beaching-skipasmiðjunum” í India, Pakistan og Bangladesh.

 

Kelda: Shippingwatch