* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Eingin fólkaatkvøða flaggdagin um stjórnarskipan

Fólkaatkvøðan um stjórnarskipan Føroya verður ikki flaggdagin næsta ár. Heilt einfalt tí, at stundir eru ikki til at avgreiða málið í løgtinginum fyri 25.oktober, sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður.

Løgmaður legði uppskotið fyri løgtingið 27.september. 

Upprunaliga ætlaði samgongan, at fólkaatkvøða skuldi vera um føroyska stjórnarskipan í ár, men tað varð útsett.

Dagin fyri

Tá varð samstundis boðað frá, at føroyingar skulu á fólkaatkvøðu flaggdagin, 25.apríl næsta ár um føroyska stjórnarskipan.

Uppskotið skal samtykkjast og avgreiðast úr løgtinginum eitt hálvt ár fyri fólkaatkvøðuna. 

Og tí skal uppskotið vera samtykt eftir triðju viðgerð í løgtinginum í seinasta lagi 25.oktober.

Men fyrsta viðgerð verður ikki fyrr enn 24.oktober, sambært dagsskránni hjá løgtinginum.

Eftir fyrstu viðgerð í løgtinginum skal grein-25-nevnd við fólki úr øllum flokkum á tingi viðgera stjórnarskipanaruppskotið, áðrenn tað kemur til atkvøðugreiðslu fyrst eftir aðru viðgerð og seinni eftir triðju viðgerð, um tað altso verður samtykt eftir aðru viðgerð.

Kelda: kvf.fo