* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Eingin handhevjan av svávulreglum

Nýggju herdu svávulreglurnar, ið koma í gildi um ársskiftið í ECA-umráðunum, fara als ikki at verða handhevjaðar. Tað gjørdi Director Environment & Sustainability í DFDS, Poul Woodall, greitt í gjár í einum orðaskifti á stóru SMM Messuni í Hamburg.

Poul Woodall grundaði umstríddu útsøgn sína á, at ikki ein tann einasti flaggstatur hevur sett orku av til at handhevja nýggju krøvini, og at ein handhevjan av nýggju umhvørviskrøvunum tí er óverulig.

”Bert eitt av 1.000 skipum verður kannað í dag, og bert hendingaferð er ein máting av útstoytsgassunum partur av eftirlitinum”, segði Woodall.

DFDS-stjórin setti eisini í framløgu síni spurnartekin við, hvat løgfrøðiligt grundarlag er fyri at leggja uppí mótvegis skipum, ið bróta nýggju svávulreglurnar.

DFDS hevur gjørt stórar íløgur í at retrofitta ein part av flotanum hjá reiðarínum við scrubbarum: Kortini væntar reiðaríið eina økta brennievnisútreiðslu upp á 100 miljónir evrur næsta ár.

Kelda: MaritimeDanmark