* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Eitt ár síðani

 Í dag, 16. apríl, er eitt ár liðið síðani danski Stórreiðarin og vinnulívsmaðurin, Mærsk Mc-Kinney Møller, andaðist. Eitt av slagorðunum í arbeiðslívi hansara var: For Gud, Kongen og folket; og hann arbeiddi heilt til sína doyggjandi løtu.

Bert fýra dagar áðrenn hann andaðist var hann til árliga aðalfundin hjá A.P.Møller-Mærsk A/S, sum varð hildin í Bella-Centrinum. Hann hevði fingið lammilsi í andlitið, sum heilt greitt merkti hann, aftrat tí var hann illa gongdur og mátti leiðast inn á aðalfundin – hóast hesar skavankir so kom eitt avboð als ikki upp á tal frá hansara síðu, men hann møtti upp á fundinum við sama fríska og skarpa sinni sum altið.

Hann tók ímóti teimum mongu blaðfólkunum við tí eyðkenda stutta og kontanta svarinum, sum altið innihelt meiri enn tað vóru orð. Hann heilsaði til høgru og vinstru, tók í hondina á fólki, og tey, sum hann kendi andliti og navni á fingu eina vinarliga viðmerking frá aldrandi reiðaranum – eingin var í iva um hvør var høvuðspersónurin á aðalfundinum, sum skuldi vísa seg at vera tann seinasti hjá 98 ára gamla Arnoldi Mærsk Mc-Kinney Møller, sum tók yvir eftir pápa sín í 1965.

Longu dagin eftir aðalfundin, fríggjadagin 13. apríl, varð hann lagdur inn á Ríkishospitalið, tí hann kendi seg illa til passar. Men 98 ára gamli arbeiðsmaðurin gavst ikki so. Hann vildi hava síni nærmastu starvsfólk at koma inn á sjúkrastovuna at geva frágreiðing um aktuellu gongdina í reiðarínum, og sum hann lá á sjúkrasongini, helt hann seg ikki aftur bæði at svara spurningum og at geva úttrykk fyri síni egnu áskoðan – men mánamorgunin 16. apríl kl.06.30 legði hann friðfullur eyguni aftur fyri seinastu ferð, mettur og troyttur av døgum.

Danmarks størsti, sterkasti og ríkasti vinnulívsmaður var nú farin. Eingir aðrir vinnulivsmenn hava havt so stóra ávirkan á danska samfelagi sum feðgarnir Møller. Hann hevði ein høgan arbeiðsmoral, sum hann hevði arvað frá pápanum, og sum mangir í dag høvdu fingið gott av, um teir lósu søguna hjá hesum monnum. Ein og hvør vinnulívsáhugaður, við respekt fyri sær sjálvum, eigur at lesa bøkurnar um Møller feðgarnar – og bøkurnar eru nógvar í tali!

orð: Poul Jóhan Durhuus / gjaranes@olivant.fo