* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Finska Wärtsilä fer saman við øðrum at menna nýggj umhvørvisvinarlig og effektiv bingjuskip.

Eitt nýtt samtak skal menna framtíðarinnar bingjuskip

Eitt samtak við Wärtsilä og fleiri øðrum ídnaðarfyritøkum hava nú sett sær fyri at menna heilt nýggjar hæddir fyri umhvørvisvinarlig byngjuskip.

 

Fleiri fyritøkur í maritima ídnaðinum ganga nú saman í eitt samtak við ætlanini at menna eitt heilt nýtt støði fyri virknið/effektivitetin hjá umhvørvisvinarligum bingjuskipum.

 

Samstundis ætlar samtakið at menna ein spildurnýttjan handilsfrymil fyri alt bingjuøkið, skrivar finska Wärtsilä, sum er ein av teimum íalt sjey ídnaðarfyritøkunum.

 

“Tað hevur skund at fyrihalda seg til óvirkni (ineffektivitet) og at betra ymsu handilshættirnar í shippingídnaðinum. Tað er ein stór avbjóðing, at ov vánaligar skipanir umborð forða fyri framburði og minka samstundis um vinningin. Tað er eitt øki, vit fara at kanna,” sigur Stein Thorsager, sølustjóri í Mechant & Gas Carriers í Wärtsilä Marine Solutions, í ein skrivi.

 

Partarnir fara at seta eitt toymi, har hvør einstakur limur fær ein leiklut í at menna og smíða umhvørvisvinarlig og effektiv bingjuskip.

 

Hini feløgini í samtakinum eru Zaitoun Green Shipping Ltd (ZGS), ZGS, MacGregor Finland OY (MCG), sum arbeiðir við lastaskipanum, Carina Solutions (C4), sum arbeiðir við virðisketuni, motorframleiðarin, Winterthur Gas & Diesel (WinGD), Mitsubishi Heavy Industries Marine Machinery & Eqyiuoment (MHI-MME), sum ger orkuloysnir, og Gaztransport & Technigaz (GTT), sum eru serfrøðingar í serliga LNG.

 

Kelda: Shippingwatch