* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ein donsk bjargingartyrla tók manningina upp av hollendska coastaranum.

Ein hollendskur coastari og eitt farmaskipi, skrásett á Bahamas, stoyttu saman í Norðsjónum tíðliga fríggjamorgunin. Hollandski coastarin sakk, men ein donsk bjargingartyrla hevur bjargað manningini upp á 7.

 

Smálutirnir kring samansttoytin eru ógreiðir, men danska verjan sendi skip og tvær bjargingartyrlur á staðið.

 

Tað eydnaðist aðrari tyrluni at bjarga manningini á coastaranum Helge, sum var farin at leka og var við at søkka. Manningin er nú stødd á sjúkrahúsinum í Esbjerg.

 

Eingin hevur fingið løstir umborð á hinum skipinum, reeferskipinum Wild Cosmos, sum við síum 10.097 DWT at nógv størri enn hollendski coastarin upp á 5.000 DWT. Einki verður upplýst um skaða á Wild Cosmos.

 

Wild Cosmos var á veg frá Durban í Suðurafrika til Talinn í Estlandi, tá skipini stoyttu saman, meðan Helge var á veg úr Antwerpen í Belgia til Porsgrunn í Noregi.

 

Kelda: Marinedanmark