* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Eivind - nýggjasta fiskifarið í flotanum

Leygardagin kom nýggjasta fiskifarið í flotanum, stállínuskipið Eivind, á Miðvág. 

Í hesum sambandi varð skipað fyri stórum hátíðarhaldi við tónleiki og røðum. 

Tað er P/F Fossá í Sandavági, ið eigur skipið. 

Myndin omanfyri er frá yvirtøkuni av skipinum í Raudeberg á Måløy í síðstu viku. F.v: Hálvdan Gudmundsen, reiðarin, Jónfinn Thomsen, advokatur, David Jacobsen, nevndarformaður í Varðanum og Jákup Jacobsen, stjóri í Varðanum. P/F Varðin í Gøtu hevur keypt ein part av partabrøvunum í P/F Fossá. 

Eivind er systirskip hjá nýggja Klakki, sum tó er longdur og sostatt er 4 metrar longri enn Eivind. 

Samstundis sum yvirtøkan av Evindi fór fram, varð Venus latin nýggju eigarunum í Raudeberg.

Eivind fer nú at rigga til at fara til Flemish Cap.