* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Elbilar eru dikkandi bumbur umborð á ferjum

Skjótt vaksandi talið á elbilum er komið illa við hjá donsku ferjureiðaríunum. Tey hava ikki gjørt ferjurnar út til- og/ella fyrireika manningarnar nóg væl at loysa avbjóðingarnar, um eldur kemur í ein elbil, meðan hann stendur umborð á eini ferju.

 

“Sjóvinnuídnaðurin er siðbundin og eitt sindur konservativur, og vanliga koma ongar nýggjar reglur, fyrr enn vanlukkan er hend,” segði Alexander B. Klein, Projekt Manager í DBI, á einum webinari, sum Watson Farley & Williams skipaði fyri í farnu viku.

 

Á webinarinum varð toað um vaksandi mongdina av elbilum, sum verður flutt á sjónum. Her vóru serfrøðingaru samdir um, at galdandu reglur og arbeiðshættir t.d. í sambandi við at sløkkja eld, eiga at endurskoðast. Haraftrat vantar nógv í ásetingunum, tá skip verða smíðað, og í skipanini av lastini.

 

Til dømis eigur tað at takast við, at el- og blendisbilar uppføra seg øðrvísi, um eldur kemur í teir, enn um talan er um vanligar bensin- og dieselbilar.

 

Eldur í einum akkumulatori/ravlaði í einum el- ella plug-in-blendisbili er ein avbjóðing. Tí hesir eldar eru truplir at sløkkja, og eldurin kann kykna uppaftur langt aftaná at hann er sløktur.

 

Kelda: Maritimedanmark