* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
80 sløkkiliðsfólk stríðast við at sløkkja eldin umborð á 202 metrar langa leysfarmaskipinum, Iron Chieftain.

Eldur herjar leysfarmaskip í Avstralia

Annan dagin á rað stríðast 80 sløkkiliðsfólk móti einum eldi í eini dolomit-last á einum 200 metrar longum leysfarmaskipi.

 

Eftir at hava lossað dolomit í tríggjar dagar kyknaði eldur umborð á leysfarmaskipinum, Iron Chieftain.

 

50.000 t.dv. stóra skipið liggur í Kembla-havnini í New South Wales, einar 50 kilometrar sunnanfyri Sydney. Sløkkiliðsarbeiðið lá av ókendum grundum stilt í fleiri tímar mánadagin.

 

Eldurin kyknaði á flutningsbandinum, sum flytur farmin av skipinum á land. Síðani breiddi eldurin seg til lastina nærindis apteringini.

 

Manningin uppá 22 fólk er bjargað í land í øllum góðum, meðan tey 80 sløkkiliðsfólkini berjast móti eldinum. Roynt verður millum annað at sløkkja eldin við at sproyta skúm niður í lastina í vónini at køva eldin næstu dagarnar, sigur sløkkiliðið á staðnum.

 

Samstundis sprænir ein sleipibátur sjógv á skrokkin fyri at halda hitanum niðri í brennievnistangunum. Sløkkiliðið heldur kortini ongan vanda vera fyri spreingingum.

 

“Iron Chieftain” er smíðað í 1993 og er 202 metrar langt. CSL Group eigur skipið.

 

Kelda: Søfart