* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ferðafólk standa á dekkinum á Stena Scandia, tilreiðar at verða tikin upp í bjargingartyrlur.

Svensku myndugleikanir byrjaðu um 19.00-tíðina í gjárkvøldi at flyta tey 300 ferðafólkini og manningina av Stena Scandica, tá streymurin fór, og skipið rak móti landi. 26 ferðafólk vórðu flutt av skipinum, áðrenn tað eydnaðist at fáa høvuðsmotorarnar í gongd aftur umleið klokkan 21.00.

 

Hendingin fór fram umborð á Stena Scandica, sum var stødd norðan fyri Gotland. Byrjað varð at flyta fólk av ferjuni, tí myndugleikarnir óttaðust, at ferjan rak á land á Gotlandi.

 

Bjargingartyrlur tóku 26 ferðafólk upp Stena Scandica og flutti tey yvir á Gotlandsverjuna, M/S Visby, sum var komin til hjálpar, áðrenn bjargingin varð avblást.

 

Tá var tað eydnast maskinmonnum at starta høvuðsmotorarnar aftur, og ferjan setti kós móti Nynashamn í Svøríki.

 

Ferjan skuldi eftir ætlan vera inni klokkan 10.00 í dag, týsdagin.

 

Kelda: SVT



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=cF8_0K6ki6g]
Myndir frá bjargingini.