* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Eldur í heimsins størsta fiskamarknaði

Sløkkiliðsfólk stríddust í allan gjár við at fáa bilbugt við stóreldin, ið kyknaði á einum av kendastu fiskamarknaðunum í Japan.

Tíggjutals sløkkiliðsmenn luttóku í sløkkingini av eldinum á heimskenda Tsukiji fiskamarknaðinum í Tokyo í gjár. Talan er um eitt umráði fullpakkað við smáum sølubúðum við sjómati, sushimatstovum og ferðafólkum.

Brann Tsukiji fiskemarked

Sløkkiarbeiðið á fiskamarknaðinum byrjaði í gjáramorgunin og helt fram til langt út á kvøldið.

MYND: TORU HANAI / REUTERS
Myndugleikarnir í Tokyo siga, at ongin hevur fingið skaða í eldinum, tí hann kyknaði eftir at sølubúðirnar høvdu latið aftur.
Í juni boðaði borgarstjórin í Tokyo frá, at Tsukiji-marknaðurin skal flytast til annað øki. Hesum eru fleiri av seljarunum ímóti, tí teir halda upp á, at jørðin í nýggja økinum, sum japonsku myndugleikarnir hava brúkt 6,6 miljardir krónur upp á at byggibúgva, er illa dálkað og fult í kyksilvuri.
Marknaðurin skal flytast fyri at geva pláss til ein veg til summar-OL í Tokyo í 2020. Borgarstjórin í Tokyo hevur eisini sagt, at marknaðurin er ov gamal og má umbyggjast orsakað av høgum jarðskjálvtavanda.
Kelda: nrk.no