
Manning er send á sjúkrahús. “Vit síggja ógvuliga álvarsliga upp á hetta,” sigur Øyvind Lund, CEO í Bastø Fosen.
Seinnapartin fríggjadagin kyknaði eldur umborð á nýggju el-ferjuni, MF Svelvik, sum siglir á farleiðini Svelvik-Verket í Noregi.
Øll tilbúgvingarlið fóru á staðið, tá tað frættist, at eldur var í nýggju el-ferjuni. Fyrst var sagt, at eingin hevði fingið skaða, men seinni gjørdist greitt, at í hvussu er ein av manningini varð koyrdur á sjúkrahús, tí hann hann hevði fingið royk í seg undir sløkkiarbeiðnum.
Sambært átaksleiðaranum, Tore Solberg, sum arbeiði hjá løgverjuni í Oslo, skulu tríggir av manningini framvegis vera umborð á ferjuni, og eldurin er eisini sløktur. Eingi ferðafólk fingu skaða.
Lagt verður dent á, at eldurin hvørki kyknaði í motorrúminum ella í ravlaðs-/battarírúminum.
Øyvind Lund í Bastø/Fosen sigur, at tey síggja álvarsliga upp á hendingina. Henn leggur dent á, at hetta verður eitt reklamasjónsmál mótvegis skipasmiðjuni í Turkalandi.
Kelda: Skipsrevyen