* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Týskvøldið kom eldur í russiska ísbrótaran, Victor Chernomyrdin.

Eldur í nýggjum russiskum ísbrótara

Týsdagin kom eldur í spildurnýggja russiska ísbrótaran, Viktor Chernomyrdin, í St. Pætursborg í Russlandi. Ísbrótarin var um at vera liðugur, tá eldur kom í hann. Tveir mans fingu skaða.

 

Eldurin var ógvusligur, verður sagt úr Russlandi. 140 sløkkiliðsfólk við 39 sløkkiliðsbilum royndu at basa eldinum, og einar tveir tímar eftir fráboðanina, høvdu sløkkiliðsfólkini tamarhald á støðuni.

              

Sambært tíðindastovuni TASS, herjaði eldurin á 3.- og 4. dekki á Viktor Chernomyrdin, og 3.200 kvadratføtur av innbúnum er oyðilagt.

 

Ætlanin var, at Viktor Chernomyrdin skulu fara í sigling í ár. Tá ið hann einaferð er umvældur og settur í sigling, verður nýggi russiski ísbrótarin heimsins størsti diesel-elektriski ísbrótari.

 

Kelda: The Maritime Executive


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=xyJ3orkmvHE]
Stutt sjónbandaupptøka av eldibrandinum.