* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Eldurin á fulllastaða risastóra tangaskipinum, New Diamond, er kyknaður aftur, minni enn ein dag eftir at myndugleikarnir boðaðu frá, at hann var sløktur. Orsøkin er ivaleyst nógvi hitin inni í skipinum saman við nógva vindinum í økinum. Enn er onki likið úr skipinum.

 

Myndugleikarnir á Sri Lanka vóru fyrireikaðir uppá, at eldurin skuldi kykna aftur, og tí hava bjargingarlið uttan slit spulað sjógv omanyvir skipið, fyri at køla tað.

 

Eftirlitið við møguligum oljulekum annaðhvørt úr brennievnistangunum, sum innihalda 1.700 tons av diesel, ella úr tangunum við umleið tveimum milliónum tunnum av ráolju, heldur fram, meðan níggju skip frá Sri Lanka og úr India halda fram við sløkkiarbeiðinum.

 

Fimm sleipibátar og flogfør frá indisku sjóverjuni og frá luftvápninum hjá Sri Lanka, oysa eisini vatn omanyvir tangaskipið.

 

Eldurin kyknaði tíðliga um morgunin hin 3. september eftir eina spreinging í maskinrúminum. Ein av manningini er deyður, meðan restin av manningini upp á 22 er flutt av skipinum.

 

New Diamond var á veg úr Kuwait til India við ráolju, tá vanlukkan hendi.

 

Kelda: Maritime Danmark & Maritime Executive