* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eldur kom í russiska trolaran fyrrapartin í gjár, mikudagin.

Eldur í russiskum trolara í Noregi

Fyrrapartin í gjár kom eldur í russiska trolaran, Bukhta Naednik, sum lá við bryggju í Tromsø í Noregi. Tólv av manningini eru sendir á sjúkrahús til kanningar.

 

Í gjárkvøldið hevði eldur verið í skipinum í tólv tímar. Tá segði løgreglan í Tromsø, at eydnast tað ikki at sløkkja eldin, sum báturin liggur nú, eru tveir aðrir møguleikar – at gera eitt trygdarøki upp á 300 metrar ella at søkkja skipið, har tað liggur.

 

Á tann hátt ber til at køla skrokkin niður, og síðani sløkkja eldin.

 

Fyrstu tíðina eftir at sløkkilið komu á staðið, sá út til, at eldurin minkaði, og at bilbukt var við støðuni.  Men soleiðis var ikki, tí brádliga stóð skipið aftur í ljósum loga.

 

Ein stórur ammoniakktangi er umborð á Bukhta Naezdnik. Fer hann í luftina, kann støðan gerast uppaftur álvarsligari.

 

Í gjárkvøldið vóru fólk biðin um at hava vindeyguni afturlatin.

 

Russiski trolarin var smíðaður í 1970, og er skrásettur í Murmansk.

 

Kelda: NRK/VG