* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Á middegi í gjár frættist, at eldur var í Sandoyartunlinum. Eldur var komin í ein lastbil, sum stóð umleið ein kilometur inni í tunlinum streymoyarmegin, og nógvur roykur komu úr tunlinum.

                      

Fleiri sjúkrabilar, sløkkiliðsbilar og politibilar komu við útrykningi á staðið.

                     

Inni í tunlinum vóru 13 fólk. Eitt fólk slapp út rættiliga skjótt, og viðkomandi varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar fyri roykeitran beinanvegin. Hini tólv fólkini komu sær inn í verndarbingjur, sum standa ymsastaðni í tunlinum. Her kunnu tey fáa ilt og verja seg fyri eldinum. Bjargingarólkið á staðnum kundi við serligum radiosambandi samskifta við fólkini, sum sótu í bingjunum.

                      

Roykkavarar vórðu sendir inn í tunnilinum, og so við og við eydnaðist teimum at bjarga øllum fólkunum úr tunlinum. Tey vórðu øll send á Landssjúkrahúsið til kanningar fyri roykeitran. Sambært politinum hava tey tað øll gott eftir umstøðunum.

                      

Enn er ógreitt, hví eldur kom í lastbilin.