* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Seinast frættist vóru bert smærri eldar eftir at sløkkja.

Á Sri Lanka siga myndugleikarnir nú, at eldurin umborð á bingjuskipinum, X-Press Pearl, er tann hættisligasta hendingin, sum nakrantíð hevur verið í havøkinum út fyri Sri Lanka.

 

Hóast vandin fyri at skipið skuldi søkka er av, er havið kring skipið illa dálkað millum annað

av vatninum, sum hevur verið nýtt at sløkkja tey meira enn 25 tonsini av vandamiklum kemikaliunum, sum vóru í bingjunum umborð.

 

Haraftrat koma tær umleið 30 bingjurnar, sum eru skolaðar í havið av bingjuskipinum.

 

Umhvørvisatgerðarfólk óttast serliga, at stórar mongdir av mikroplasti hevur breitt seg í havinum frá skipinum, sum framvegis hevur nakrar smáar eldar, ið ikki eru sløktir enn.

 

Nógv vrakgóðs er longu skolað upp á nærmastu strendurnar, har ávarað verður ímóti at nerta vrakgóðsið.

 

Sri Lanka hevur longu boðað frá, at tað fer at krevja endurgjald frá skipaeigaranum, og myndugleikarnir fara eisini at kanna møguleikan fyri at rættarsøkja skiparan.

 

Kelda: Maritimedanmark

 


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=SoYQLOh6_rk]
Sjónbandamyndir hjá BBC - av eldunum.