* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eldur kom í tveir tangabátar nærindis Krim-hálvoynni fyrrapartin mánadagin.

Eldurin í Kerch-sundinum: Fjúrtan doyðu og leitað verður eftir fimm fólkum

Alt bendir nú á, at eldibrandurin umborð á tveimum gasstangabátum nærindis Krim-hálvoynni mánamorgunin hevur kostað 19 fólkum lívið.

 

Tað var fyrrapartin mánadagin, at eldur kom í tveir gasstangabátur, tá annar teirra bunkraði hin. Talan var um skipini Kandy og Maestro, sum bæði sigla undir tansanskum flaggi, og sum vóru stødd í Kerch-sundinum, tá eldur kom í.

 

Seinastu tíðindini hava vit frá blaðnum The Australian. Sambært blaðnum hava bjargingarlið funnið 14 lík, og fimm fólk eru ikki komin afturíaftur. 31 fólk vóru við skipunum í alt, tað merkir, at 12 fólk eru komin frá vanlukkuni á lívi.

 

Manningarnar á skipunum vóru ríkisborgarar úr Turkalandi og India.

 

Kelda: The Australian