* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Pam Offshore søkir eftir elektrikarum.

Elektrikarar til norsku frálandavinnuna

Eftir nøkur rættiliga sløk ár í frálandavinnuni, gongur nú uppeftir hjá fleiri frálandafelagum, teirra millum er Pam Ofshore í Noregi. Felagið søkir nú eftir fleiri elektrikarum.

 

Í lýsing eftir elektrikarum sigur Pam Offshore á føroysku heimasíðu síni, www.pam.fo:
 
Tú hevur handverksútbúgving innan eløkið og hevur viðkomandi arbeiðsroyndir. Sum persónur ert tú sinnaður at liva upp til okkara virðir, sum millum annað fevna um at vera álítandi, arbeiðssamur og trívast í ymiskum arbeiðsumhvørvum, sum broytast í mun til hvar í Noregi arbeiðið fer fram.


Tað er eitt krav, at tú hevur DSB góðkenning. Um tú ikki hevur góðkenning kanst tú fáa vegleiðing frá okkum.


Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við dagliga leiðaran á PAM, Anju Jacobsen, tlf. 791139. Á skrivstovu okkara í Mykinesgøtu 5 leiðbeina vit fegin, um tú hevur fyrispurningar ella áhuga í at starvast hjá okkum.
 
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum, skal sendast til okkum sum skjótast við telduposti til: aj@pam.fo. Tú kanst eisini skráseta títt CV á okkara heimasíðu undir “send umsókn”, og vit seta okkum í samband við teg.
 
PAM Offshore Service – Mykinesgøta 5, FO-100 Tórshavn – www.pam.fo
PAM Offshore Service hevur til endamáls at veita man-power tænastur til olju og gassídnaðin. Virksemið fevnir um útleigan av fakfólki, so sum elektrikarar, sveisarar, instrumentrørleggjarar og verkfrøðingar, bæði On- & Offshore. Vit eru vanliga millum 80 og 200 fólk í starvi á PAM.
Meira at vita
 
Kelda: www.pam.fo