* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Ellen er tilreiðar at seta met

Skjótt fer nýggja ferjan, Ellen, at sigla á farleiðini Ærø-Fjónshavið, sum er ein túrur uppá 22 fjórðingar. Túrurin er sostatt sjey ferðir longri, enn túrar, sum aðrar ravlaðsriknar ferjur í heiminum sigla í løtuni.

 

Tað er Danfoss Editron, sum hevur latið úr hondum elektriska powertrainið til nýggju ferjuna. Hon hevur tveir 750 kW framdriftsmotorar og tveir 250 kW thrusters, sum fáa streym frá einum ravlaðspakka við einum kapasiteti uppá 4,3 Mwh. – tann higartil størsti í heiminum, sum er tikin í maritima nýtslu, sambært Danfoss.

 

- Ellen er eitt frálíkt dømi um ravmagns-flutning í framtíðini: reinari, grønari og effektivari. Hetta er ein framúr ætlan, sum prógvar møguleikarnar fyri ravmagns ferjum, sigur Kim Fausind, stjóri í Danfoss.

 

Nýggja ferjan fer væntandi í sigling 1. juli.

 

Kelda: Danfoss/Maritime Danmark