* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Equinor aftur funnið olju

Meðan Equinor boraði við Visund-boripallin, fann felagið meira olju, og mett verður, at tunnurnar kunnu skjótt fást upp við nógvum vinningi, sigur felagið.

 

- Vit eru fegin um at hava gjørt ein nýggjan fund á norska landgrunninum, sigur leitistjórin hjá Equinor á norska og bretska landgrunninum, Nick Ashton, í tíðindaskrivi.

 

Leitibrunnurin, sum verður róptur Telesto, er boraður frá Visund A-boripallinum í Tampen-økinum har norðuri í Norðsjónum. Tey byrjaðu at bora Telesto 9. februar í ár.

 

- Infrakervið hjá okkum er væl útbygt í Norðsjónum. Vit hava sett okkum krevjandi mál og noyðast at halda fram við nógvari framleiðslu á norska landgrunninum næstu tíggjuárini. Tí er umráðandi hjá okkum at finna nýggja og meira olju júst í hesum økinum, sigur Gunnar Nakken, sum er økisstjóri fyri Drift Vest í Equinor.

 

Mett verður, at sonevndi Telesto-brunnurin inniheldur millum 12 og 28 milliónir tunnur av olju.

 

Kelda: e24