* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Equinor, sum er fyrrverandi Statoil, hevur júst gjørt størstu sáttmálarnar nakrantíð á bori- og tænastuøkinum.

Equinor ger tríggjar søguliga stórar sáttmálar

Baker Hughes Norge, Halliburton AS og Schlumberger Norge hava vunnið sáttmálar fyri meira enn 30 milliardir norskar krónur.

 

Innan boring og tænastuveiting av oljubrunnum er hetta higartil størstu sáttmálarnir, Equinor (fyrrv. Statoil) nakrantíð hevur gjørt. Tað skrivaði Equinor í eini fráboðan í gjár.

 

Sáttmálarnir eru gjørdir fyri fýra ár við møguleika fyri at leingja teir við tveimum árum, og snúgva seg í høvuðsheitum um arbeiði á norska landgrunninum.

 

- Samstarvshátturin, vit hava valt, fer at styrkja samanspælið millum tænastu- og borileverandørar og operatørar, og tað fer at bera í sær, at fleiri brunnar verða boraðir, sigur Pål Eitrheim, innkeypsstjóri í Equinor.

 

Samstarvsfrymilin er fyrr royndur á millum annað Johan Sverdrup-leitiøkinum.

 

Nýggju sáttmálarnir fara sambært Equinor at útvega 2.000 fólkum arbeiði á 17 føstum boripallum og á 8 boripallum, ið kunnu flytast.

 

Nýggju sáttmálarnir koma í staðin fyri verandi tænastusáttmálar, sum ganga út 31. august.

 

Kelda: ShippingWatch